21/12/2025
Hug at betra um kondisjón og styrki, og samstundis fáa størri innlit í venjing, heilsu, at lætna o.s.fr.?
Nøkur fá pláss eru eftir til rógvivenjingina, ið byrjar í nýggja árinum. Byrja í viku 2, til&við viku 13. Tils 12 vikur.
Ymisku liðini síggjast á viðheftu mynd. Gult er fyri seniorar. Annars er eingin munur á liðinum. Bert ymisk venjingar tíðspunkt.
Mítt mál er:
1. At menna tína kondisjón, úthaldni og styrki.
2. At geva tær eina grundleggjandi vitan um venjing, heilsu, at lætna o.s.fr.
Samlaði kostnaðurin er kr. 2400, fyri 12 vikur.
Seniorar rinda kr. 1640, fyri 12 vikur.
Um tú ynskir, kanst tú deila gjaldið soleiðis, at tú rindar 50 % við byrjan og 50 % tá skeiðið er hálvrunnið.
Umframt venjingina, royni eg regluliga at kunna um venjing, kurar, forbrenning o.s.fr., so tit fáa eina fatan av, hvussu alt hetta við venjing og at lætna, hongur saman.
Tilmelding kann gerast, við at skriva mær eini boð á Facebook ella við at senda mail á [email protected]
Eingin maskina er so effektiv sum rógvimaskinan. Tú venur allan kroppin, fæst skaðar og forbrennur flest kcal. 2x45 min um vikuna. Tá umfatar tín venjing alt tað ein eigur at venja, um ein vil sær sjálvum tað besta. Styttri kann tað neyvan gerast.
Vanliga settir spurningar (FAQ):
Tú nýtiskt ikki at vera á einum serligum støðið fyri at kunna luttaka.
Tú nýtist ikki at hava róð fyrr.
Tú skal ikki rógva líka skjótt sum hini.
Tú rør í tíni egnu fer, ið passar til tín.
Øll fylgjast, tí vit rógva í tíðar-intervallum.
Aðrar spurningar? Skriva til mín.
Ps. Eg kann ikki veita vissu fyri at tú lætnar, men eg kann veita vissu fyri, at um tú møtir til venjingarnar, vil tú forbrenna nógvar nógvar túsund kcal. Um tú lætnar er nemliga tengt at hvat tú etir, og tað klári eg ikki at tryggja, men eg kann og fari at greiða tær frá hvat tú átti at etið og mangt annað um venjing og tað at lætna.