Klaksvíkar Sjúkrahús

Klaksvíkar Sjúkrahús Vælkomin til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Petö-endurvenjingarskeið 2026Heystskeiðið í 2026 verður í viku 41, 42 og 43 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.Endurvenjingarskeiði...
13/08/2026

Petö-endurvenjingarskeið 2026

Heystskeiðið í 2026 verður í viku 41, 42 og 43 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Endurvenjingarskeiðið er fyri børn, við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum, í aldrinum 0 til 14 ár.

Endamálið er, at børn í hesum málbólki fáa møguleika at venja intensivt í 3 vikur fyri at betra um ella viðlíkahalda teirra funktiónsstøði.

Treytin fyri luttøku er, at barnið hevur CP ella aðrar kropsligar avbjóðingar, og er ávíst av barnalækna.

Venjingarnar eru 2 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna, í 3 vikur.

Neyðugt er, at foreldur/stuðul er við til venjingarnar. Ynskiligt er at tey, ið eru um barnið dagliga, bæði frá stovni og heimi, kunnu verða við til vegleiðing í venjingum, sum barnið eftirfylgjandi kann gera dagliga.

Venjingarnar eru skipaðar í bólkum og er tí neyðugt, at børnini megna at arbeiða í bólki.

Á venjingarskeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið og miðað verður ímóti, at børnini á ein stuttligan hátt við sangi, spæli og rørslum, kunnu betra um teirra rørslutarn.

Tilmeldingarfreistin er 07. sept. 2026.

Tit eru vælkomin at ringja 404668 ella 235467 um ivamál eru.

Nýggj klinisk genetisk sergrein á Klaksvíkar SjúkrahúsiKlaksvíkar Sjúkrahús tekur nú eitt nýtt og spennandi stig innan f...
11/08/2026

Nýggj klinisk genetisk sergrein á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Klaksvíkar Sjúkrahús tekur nú eitt nýtt og spennandi stig innan føroyska heilsuverkið. Á Rannsóknarstovuni er ein nýggj sergrein, kliniskt genetiskt, ment, sum fer at arbeiða við genetiskum kanningum av nýføðingum í Føroyum.

Nýggja kanningarstovan er ment í tøttum samstarvi við Heilsustýrið, fakfólki á Ríkissjúkrahúsinum og Landssjúkrahúsinum. Endamálið er at gera genetiskar kanningar í Føroyum og samstundis byggja upp nýggja vitan og førleikar innan eitt øki, sum hevur stóran týdning fyri framtíðar sjúklingaviðgerð og fyribyrging.

Talan er um eitt slóðbrótandi stig fyri Sjúkrahúsverkið, tí við nýggju sergreinini verður eitt nýtt fakøki ment innan heilsuverkið.
Sum liður í hesi menning hevur Klaksvíkar Sjúkrahús sett Annettu Eidesgaard í verkætlanarstarv sum fyrsta kliniska akademikara í Sjúkrahúsverkinum. Annetta hevur fleiri ára royndir frá Ríkissjúkrahúsinum og kemur við sterkum fakligum førleika, sum verður ein týðandi partur av arbeiðinum at menna nýggja kliniskt genetiska virksemið í Sjúkrahúsverkinum.

Við nýggju sergreinini og nýggja kliniska starvinum verður sostatt lagt eitt nýtt grundarlag undir genetiska gransking og kanningar í føroyska heilsuverkinum – eitt øki, sum kann fáa stóran týdning fyri bæði sjúklingar og heilsuverkið í framtíðini.

StarvslýsingTvey reingerðarfólk til Klaksvíkar SjúkrahúsSøkt verður eftir tveimum reingerðarfólki til fast starv til Tæn...
05/08/2026

Starvslýsing
Tvey reingerðarfólk til Klaksvíkar Sjúkrahús

Søkt verður eftir tveimum reingerðarfólki til fast starv til Tænastudeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til setan 26. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið.

Starv 1:

Starvið er tímalønt frá mánadag til fríggjadag og arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum reingerð av skrivstovum, viðgerðarhølum, gongd v.m.

Starv 2:

Starvið er tímalønt og arbeiðstíðin er 17 tíma um vikuna við skiftandi arbeiðstíðum. Neyðugt er til tíðir at arbeiða í vikuskiftinum.
Arbeiðsuppgávurnar eru reingerð av skrivstovuhølunum hjá fyrisitingini og starvsfólkaíbúðum.

Vit vænta, at tú

• ert røkin og gongur høgt upp í reinføri
• kanst arbeiða sjálvstøðugt
• ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur
• dámar at hava ymiskar uppgávur
• tolir broytingar
• ert fleksibul og kanst reingerða á ymiskum deildum
• dugir føroyskt ella eitt av skandinavisku málunum

Vit bjóða

• eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum
• eitt gott og skipað arbeiðsumhvørvi
• skipaða innleiðslu og upplæring

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira at vita

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Jastrid Gullaksen, deildarleiðara, á tlf. 235470, ella senda ein teldupost til [email protected]

Umsókn

Starvið verður sett skjótast tilber, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Skrivlig umsókn, saman við lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast til: [email protected]

Umsóknarfreistin er 20. august 2026.

Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.

- - -

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Starvslýsing:Klaksvíkar Sjúkrahús Sjúkrarøktarfrøðingar til seingjardeildina KS3Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum ...
08/07/2026

Starvslýsing:
Klaksvíkar Sjúkrahús Sjúkrarøktarfrøðingar til seingjardeildina KS3

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til seingjardeildina. Talan er um eitt farloyvisstarv á lønarbrøk 0,8 frá 01.10.26 til 01.09.27 og eitt barsilfarloyvisstarv á lønarbrøk 0,8 frá 01.10.26 til 31.12.27.

Starvast verður í skiftandi vaktum.

Seingjardeildin er ein blandað medisinsk og kirurgisk deild við 22 seingjarplássum, sum veitir kanning, viðgerð og sjúkrarøkt. Á deildini er eisini dagskurður og viðrakning.

Á seingjardeildini hava vit visjónir um eitt høgt fakligt støði í sjúkrarøkt og umsorgan til sjúklingarnar og avvarðandi. Vit arbeiða tvørfakligt við eini rehabiliterandi tilgongd og við virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Fyri at sjúklingurin skal fáa eina góða sjúklingagond, verður veitt frálæra, stuðul og umsorgan, bæði til sjúklingin og til tey avvarðandi. Í mun til doyggjandi sjúklingar, stremba vit eftir at tryggja umstøður til ein virðiligan deyða, eins og avvarðandi fáa umsorgan og stuðul í mun til tørv teirra.

Tað verður lagdur stórur dentur á, at tað í øllum toymum verður veittur tvørfakligur innsatsur. Tí hevur seingjardeildin tætt samstarv við aðrar fakbólkar í húsinum, sum eru við til at tryggja sjúklinginum eina optimala og dygdargóða sjúklingagond.

Vit kunnu bjóða:

- eitt ábyrgdarfult, avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjøltáttað starv
- upplæring við útgangsstøði í tínum fakligu førleikum og royndum
- fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar, við góðum sosialum samanhaldi
- vit hava fokus á at hava ein jaligan hugburð, sum ávirkar trivna og - góða sjúklingagongd.

Førleikar:

- prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- royndir frá skurð- og medisinskari deild er ein fyrimunur
- áræði, góð samstarvsevni og fleksibilitet
- fakligan áhuga innan endurvenjing
- eitt opið og jaligt sinni
- góðan telduførleika.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðaran, Ingrid Petersen, tlf. 265935, ella teldupost: [email protected]

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: [email protected]

Umsóknarfreistin er 10.08.2026.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

---

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Starvslýsing:Spennandi lærupláss í køkinum á Klaksvíkar SjúkrahúsiHevur tú hug og vilja at læra at gera heilsugóðan og f...
08/07/2026

Starvslýsing:
Spennandi lærupláss í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Hevur tú hug og vilja at læra at gera heilsugóðan og fjølbroyttan mat? So ert tú møguliga tann rætti lærlingurin hjá okkum.

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum lærlingi sum føðsluatstøðari (ernæringsassistent) til setan 1. oktober 2026 ella eftir avtalu.

Um starvið:

Sum lærlingur verður tú partur av einum dugnaligum og virknum køkstoymi, har vit saman arbeiða fyri at veita góða kostrøkt og tænastu til sjúklingar, eldri borgarar og onnur viðskiftafólk. Tú fært høvi at læra um matgerð, kost og føðslu, samstundis sum tú mennir tínar fakligu førleikar. Eftir lokna útbúgving eru góðir møguleikar fyri arbeiði innan yrkið.

Vit bjóða:

- eitt spennandi lærupláss, við góðum arbeiðsumstøðum
- góðar og dugnaligar starvsfelagar við ymiskum fakligum førleikum
- eitt gott arbeiðsumhvørvi, har rúm er fyri nýhugsan og nýskapan
- fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur innan matvøruyrkið

Vit vænta at tú:

- ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull/-ur
- møtir væl uppløgd/-ur og stundisliga til arbeiðis
- hevur gott handalag og áhuga fyri matgerð
- hevur ein jaligan hugburð, sum stuðlar undir eitt gott arbeiðsumhvørvi
- dugir væl at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt
- dugir at samskifta í skrift og talu og at nýta teldu á brúkarastøði
- Vit leggja stóran dent á gott og erligt samstarv, har tú ert virkin og tekur ábyrgd fyri at fáa eina so góða útbúgving sum gjørligt.

Skúlakrøv:

í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
lokið grundskeið innan matvøruútbúgving á 20 vikur er ein fyrimunur.

Lærutíðin er 3 ár. Í lærutíðini eru trý skúlaskeið á 10 vikur. Fyrsta skeiðið kann takast í Føroyum, meðan tey bæði seinastu skeiðini verða tikin á tekniskum skúla í Danmark. Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um matvørur, føðslu og matgerð. Tú lærir um matvørugóðsku, matvørureinføri og at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat.

Meira kunning um útbúgvingina fæst á heimasíðuni: Ernæringsassistent | UddannelsesGuiden

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið

Royndartíðin er 6 mánaðir.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Herdis E. Petersen, leiðara í køkinum, á tel. 404581/404583 ella umvegis teldupost: [email protected]

Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: [email protected]

Umsóknarfreistin er: 17. august 2026


Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Starvslýsing:Køkshjálp til køkin á Klaksvíkar SjúkrahúsiDámar tær at matgera, ert kreativ/-ur og dámar at veita góða tæn...
08/07/2026

Starvslýsing:
Køkshjálp til køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Dámar tær at matgera, ert kreativ/-ur og dámar at veita góða tænastu? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi manglar eina køkshjálp frá 1. oktober 2026, ella eftir avtalu.

Starvið er 28 tímar um vikuna, og arbeiðstíðin er í vanliga frá kl. 8.00 til 15.00. í løtuni er vikuskiftisvakt triðja hvørt vikuskifti, men kann hetta broytast eftir tørvi.

Vit leggja okkum eftir at veita góða kostrøkt og tænastu til sjúklingar og viðskiftafólk. Vit framleiða mat til seingjadeild, røktarheim, sambýli, heimabúgvandi pensjónistar, kantinuna og annað virksemi á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Starvið umfatar lættari matgerð, arbeiði í kantinuni, uppvask, dagliga reingerð og annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv:

Vit vænta at tú:
o hevur góð samstarvsevni
o ert arbeiðssom/-samur og nærløgd/-lagdur
o ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
o hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
o hevur sjálvsálit og dirvi til at siga tína hugsan
o ert fleksibul/-il og hevur evni at raðfesta

Við serligum atliti til arbeiðið í kantinuni:

o ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi, og dámar væl at arbeiða við kundum og øðrum viðskiftafólki
o ert kreativ/-ur, sært møguleikar og dámar at matgera smærri rættir til sølu

Arbeiðsroyndir í framleiðslukøki, kantinu ella líknandi kann vera ein fyrimunur

Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum umstøðum, har tú saman við dugnaligum og góðum starvsfeløgum kanst fáa ávirkan á tænastuna í køkinum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har er vítt til veggja og rúm fyri nýhugsan og nýskapan.

Løn og setanartreytir: smb. sáttmála hjá arbeiðarafeløgunum í Klaksvík.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Herdis E. Petersen, leiðara í køkinum, á tel. 404581/404583 ella umvegis teldupost: [email protected]

Umsókn skal sendast við telduposti til: [email protected]

Umsóknarfreistin er 17. august 2026.

---

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Rannsóknarstovan í Gøtu og í Runavík er stongdfrá 22.06.26 til og við 17.08.26.
08/07/2026

Rannsóknarstovan í Gøtu og í Runavík er stongd
frá 22.06.26 til og við 17.08.26.

Vit eru sera fegin um, at Høgni Louisson og Nataniel Hjaltalin Brekkstein, sum longu hava starvast hjá sjúkrahúsverkinum...
04/07/2026

Vit eru sera fegin um, at Høgni Louisson og Nataniel Hjaltalin Brekkstein, sum longu hava starvast hjá sjúkrahúsverkinum sum hjálparfólk, eru millum tey fyrstu, ið fara undir útbúgvingina 👏

Vit ynskja teimum báðum bestu eydnu við útbúgvingini og gleða okkum at fylgja teirra menning.

Aftaná summarferiuna byrja fyrstu næmingarnir, nú útbúgving sum góðkendur ambulansuviðgeri kann takast í Føroyum

Í dag hevur Jóngerð Miðjord 30 ára starvsdag á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ❤️Í trý áratíggju hevur Jóngerð verið ein álítandi ...
30/06/2026

Í dag hevur Jóngerð Miðjord 30 ára starvsdag á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ❤️

Í trý áratíggju hevur Jóngerð verið ein álítandi og virðismikil partur av køkinum, har hon dagliga hevur verið við til at gera góðan og vælsmakkandi mat til sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk. Hennara trúfesti, arbeiðssemi og góða lyndi hava sett síni spor og havt stóran týdning fyri mong.

Dagurin varð hátíðarhildin saman við starvsfeløgum við einum hugnaligum brunchi og góðari samveru.

Vit ynskja henni hjartaliga tillukku við starvsdegnum og alt tað besta í komandi árunum.

Trivnaðarnevndin á kunningarferð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 🌸Í dag vitjaði Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum á Klaksvíkar Sj...
18/06/2026

Trivnaðarnevndin á kunningarferð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 🌸

Í dag vitjaði Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har tey fingu innlit í bæði dagliga virksemið og tær spennandi menningarætlanirnar, sum eru á sjúkrahúsinum.

Vitjanin byrjaði við, at Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri, bjóðaði vælkomin. Síðani greiddi Súsanna Olsen, varastjóri, frá søguni hjá sjúkrahúsinum. Hon greiddi millum annað frá, hvussu sjúkrahúsið varð bygt upp við sterkum stuðli frá vinnuni og borgarum í Norðoyggjum og á eystaru síðu av Eysturoynni.

Fyrsta økið, ið trivnaðarnevndin fekk innlit í, var 3 Tesla MR-skannarin. Her greiddu radiografarnir Erika Hjalgrímsdóttir og Bára Joensen frá arbeiðinum og teimum mongu kanningunum, sum verða gjørdar har. Trivnaðarnevndin fekk innlit í, hvussu tøkniliga menningin hevur styrkt møguleikarnar hjá sjúkrahúsverkinum at veita sjúklingum kanningar og viðgerðir á høgum fakligum stigi. MR-skannarin verður brúktur gerandisdagar, mánadag til hósdag.

Leiðin gekk síðani til rannsóknarstovuna, har Bára Klakstein og Hanna Brandal greiddu frá virkseminum. Serligur dentur varð lagdur á nýggju genetisku kanningarstovuna, sum er ment í tøttum samstarvi við Heilsustýrið og Ríkissjúkrahúsið, og sum skal standa fyri genetiskum kanningum av nýføðingum og vaksnum (berarakanningum). Hetta arbeiðið fer at seta sjúkrahúsið á kortið innan eitt serøki, sum fær alsamt størri týdning í framtíðar heilsuverkinum og í granskingarhøpi.

Á vitjanini varð eisini greitt frá nýggju kørmunum, sum sjúkraflutningstænastan hevur fingið í sambandi við nýggju tekjuna.

Ein annar serliga áhugaverdur partur av degnum var rundvísingin í starvsfólkabygninginum, sum í løtuni verður umvældur frá grundini. Í hjálmum fekk Trivnaðarnevndin eina greiða mynd av teimum mongu møguleikunum, sum bygningurin fer at geva, tá arbeiðið er liðugt síðst í 2027. Har verður millum annað ein heil hædd til viðskiftafólk, sum hava tørv á rehabilitering, umframt viðtalurúm, skrivstovur til sjúkraflutningstænastuna, maskindeildina og KT, og bústaðarmøguleikar til starvsfólk og konsulentar.

Vitjanin endaði í hugnaligu hølunum í gomlu læknahúsunum, har bjóðað varð ábit. Har fekk Trivnaðarnevndin eisini eina persónliga frágreiðing frá Karolu Lydersen um eina sjúklingagongd, sum lýsti, hvussu gott samstarv millum Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Ríkissjúkrahúsið kann gera mun fyri einstaka sjúklingin.

Dagurin gav eina livandi mynd av einum sjúkrahúsi í menning – einum sjúkrahúsi, sum samstundis røkir sínar dagligu uppgávur, byggir út framtíðar tænastur og arbeiðir miðvíst fyri at styrkja heilsutænastuna til gagns fyri allar føroyingar.

Klaksvíkar Sjúkrahús takkar Trivnaðarnevndini hjartaliga fyri vitjanina og sær fram til framhaldandi gott samstarv um menningina av føroyska heilsuverkinum 🔥

Adresse

Sjúkrahúsbrekka 1
Klaksvík
700

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Klaksvíkar Sjúkrahús sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Klaksvíkar Sjúkrahús:

Genveje

Del