Ergoterapi til børn stuðlar trivnað og menning í gerandisdegnum. Fleiri familjur veljað ergoterapi, tá gerandisdagurin gerst ov møtimikil hjá barninum. Tað kann snúgva seg um:
- Trupulleikar við rørslulagnum (td grundmotorikkur sum heild, skriva/klippa/tekna, eta/drekka)
- Sansir og sansaskipan (td sensitivar sansir, ljóðviðkvæmi)
- Aktiv primitiv refleksir (kann elva til td trupult at hugsavna s
eg, at sita still/ur, kropsrørslur og -stýring).
- Stressað nervalag (kann elva til ilt í høvdinum/búkinum, trupult við kensluregulering, barnið aftrar seg at fara í skúla, td).
- Trupulleikar við sosialum støðum, atferðartrupulleikar. Vit hava skeiðir og royndir innan hesi økir:
- Fín- og grovmotorikk
- Munnmotorikk (Oral Placement Therapy, dysfagi, tunguband, orofasialar trupulleikar)
- Primtiv refleksir
- Nervalag (Polyvagalu teori´ina, "Søheste-mad")
- Stimulastik
Umframt at vera ergoterapeutar eru vit eisini bio-psyko-sosialir barnastress-vegleiðarar. Ergoterapeutar hava sáttmála við Heilsutrygd (sí heilsutrygd.fo). Heilsutrygd veitir 50% stuðul um lækni hevur ávíst barnið. Hina helvtina gjalda foreldrini sjálvi, ella stuðul kann søkjast frá Almannaverkinum (galdandi fyri børn við ávísum diagnosum, sí av.fo).