Vága Fysioterapi

Vága Fysioterapi Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Vága Fysioterapi, Fysioterapeut, Hornavegur 12, Miðvágur.

Fysioterapeut til FysioFøroyar, Vága FysioterapiFysioFøroyar søkir eftir fysioterapeuti at byrja í Vága Fysioterapi í au...
07/06/2026

Fysioterapeut til FysioFøroyar, Vága Fysioterapi

FysioFøroyar søkir eftir fysioterapeuti at byrja í Vága Fysioterapi í august ella skjótast gjørligt eftir hetta.

Talan er um eitt starv, har ein kann vænta 2 - 3 fullar dagar í vanligari arbeiðstíð.

Starvið snýr seg m.a. um fysioterapeutiskar kanningar, viðgerðir og liðvenjingar. Í samband við liðvenjingar, er møguleiki fyri at seta sín dám á, við at byggja nýggj lið upp.

FysioFøroyar hevur klinikkir í Tórshavn, Norðskála og Miðvági. Tú kemur at manna klinikkina í Miðvági sjálv/ur sum sjálvstøðugur vinnurekandi og arbeiða í tøttum samstarvi við leiðsluna. Tú kemur at verða ein partur av einum toymi uppá tilsamans 9 fysioterapeutar, ið samstarva á Havnar Fysioterapi, Vága Fysioterapi og Sunda Fysioterapi.

Vága Fysioterapi heldur til í hølum í Læknamiðstøðini í Miðvági. Sostatt kemur tú at arbeiða í einum heilsufakligum umhvørvi við kommunulæknum, heilsurøktarfrøðingum, jarðarmøðrum og læknaskrivarum.

Krøv til umsøkjaran:
* Prógv og góðkenning sum fysioterapeutur
* Hevur áhuga at arbeiða sjálvstøðugt í Vága Fysioterapi
* Er fyrikomandi og blíð/ur av lyndi
* Hevur góð samskiftis- og samskipanarevni
* Er røkin

Vit kunnu bjóða:
* Innleiðslu
* Høli í Læknamiðstøðini í Miðvági
* Harumframt journal/booking-skipan, terminal og annað tilhoyr
* Eitt eksisterandi “brand” á vágoynni
* Góðan samstarvs- og lønarsáttmála

Nærri fæst at vita um starvið við at senda teldupost til [email protected] ella ringja til Hjørleif Niclasen á tlf. 218807 ella Jóan Magnus Lamhauge Dalbø á tlf. 258716.

Umsøknina, saman við viðkomandi skjølum sendir tú til Havnar Fysioterapi, Boks 232, FO-110 Tórshavn ella umvegis teldupostin [email protected]

Umsøknarfreistin er 22. juni kl 12.00.

Adresse

Hornavegur 12
Miðvágur
370

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Vága Fysioterapi sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Vága Fysioterapi:

Genveje

Del