Sálarfrøðingur Rannvá Sloan Jørgensen

Sálarfrøðingur Rannvá Sloan Jørgensen Eg bjóði sálarfrøðiliga viðgerð til ung og vaksin. Supervisjón, undirvísing og fakliga vegleiðing. Eg virki eftir sáttmála við heilsutrygd.

Í hesum partinum av Nert ikki við verður burðartunglyndi umrøtt. Umframt eina erliga og djarva frásøgn frá Vígdis Skorhe...
23/08/2025

Í hesum partinum av Nert ikki við verður burðartunglyndi umrøtt.
Umframt eina erliga og djarva frásøgn frá Vígdis Skorheim, greiðir Sanne Storm frá um gransking og viðgerð í Føroyum.

"Hvønn dag skammaðist eg um, at eg ikki hevði tað sama sambandið við dóttrina sum hini. Eg græt bara." Í dag nerta við við føðitunglyndi

ÓKEYPIS BÓLKATILBOÐ FYRI KVINNUR Í VIÐGONGUTÍÐ OG EFTIR BARNSBURÐ AUGUST 2025 🍂„Ein góð byrjan”: Barnsburður og familjut...
23/06/2025

ÓKEYPIS BÓLKATILBOÐ FYRI KVINNUR Í VIÐGONGUTÍÐ OG EFTIR BARNSBURÐ AUGUST 2025 🍂

„Ein góð byrjan”: Barnsburður og familjutrivnaður

Í næstum skipar „Ein góð byrjan” fyri tveimum ymiskum bólkatilboðum. Ein bólkur er fyri kvinnur, sum uppliva ótta/tunglyndi í viðgongutíð og ein bólkur er fyri kvinnur, sum uppliva ótta/tunglyndi upp til tvey ár eftir barnsburð. Talan er um bólkar við 8 luttakarum. Bólkarnir byrja 20. august og hittast eina ferð um vikuna í 8 vikur.

Tíðin, tá ein gerst foreldur, kann vera bæði góð og avbjóðandi. Í sambandi við barnsburð henda stórar fysiskar og sálarligar broytingar yvir stutta tíð. Tílíkar broytingar kunnu økja um sárbarið hjá foreldrum og ávirka trivnaðin. Kanningar vísa, at umleið fimta hvør føroysk kvinna vísir tekin um mistrivnað og ótta í viðgongutíð – og at fjórða hvør upplivir mistrivnað eftir barnsburð.

Um stúranir fylla meira enn vanligt í tí dagliga, ella tú kennir teg kedda ella máttleysa, so kann tað vera tekin um, at tín trivnaður er í vanda. Hesar kenslur eru hvørki skeivar ella ósunnar. Sum oftast er talan um natúrligar reaktiónir, sum eru íkomnar av stórum broytingum ella truplum umstøðum.

Gev tær sjálvari eitt andarúm til at møtast við øðrum kvinnum í somu støðu.
Tað verður arbeitt við at lætta um tína støðu og stuðla undir tín trivnað.

Fokus verður á
• at normalisera, skilja og rúma truplum tankum og kenslum
• eginumsorgan og kensluregulering
• stuðul til at finna ró og styrki, so tú fært eina kenslu av tamarhaldi

Kennir tú teg aftur og ynskir at luttaka í bólki - ella hevur tú spurningar - kanst tú seta teg í samband við Rannvá Sloan Jørgensen á [email protected].
Tú kanst eisini venda tær til tína ljósmóður ella tín heilsufrøðing í Gigni, og tey hjálpa tær víðari.

„Ein góð byrjan” er royndarverkætlan, sum samstarvar við Ljósmøðratænastuna og Gigni um at veita skjóta hjálp til kvinnur, sum uppliva ótta/tunglyndi í viðgongutíð og eftir barnsburð. 🍂

Adresse

Jóannesar Paturssonar Gøta 24
Tórshavn
100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Sálarfrøðingur Rannvá Sloan Jørgensen sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Sálarfrøðingur Rannvá Sloan Jørgensen:

Genveje

Del

Type