01/07/2026
Röða 01.07
-
Gloym meg ei
Sálm 139,16: “Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið
ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.”
Ymiskt er, hvussu nógvir dagar eru “ásettir” ella hvussu nógvar dagar vit fáa. Men vit byrja öll
okkara lív, sum fostur. Fostur, er fyrsta menningarstigið hjá einum menniskja. Tey eru eins og tú og eg. Sama virði, bara lítil enn.
Í dag er ein lóg komin í gildi, ið sigur, at fostur ikki hava virði. At teirra rættur til lív ikki skal verjast. Upp til 12 vikur, kann ein mamma nú til eina og hvörja tíð velja eina fosturtöku. Eftir 12 vikur skal grundgevast, men nógvar grundgevingar verða góðtiknar. Grundgevingar, ið eru mettar nóg góðar til, at eitt fostur — eitt lítið barn — ikki skal liva meir. Menniskju deyð av menniskjans hond.
Vit hava hoyrt at fosturtöka hevur altíð verið og fer altíð at vera. Men hetta er ikki nakað vit bara
eiga at góðtaka.
Í Rómverska ríkinum var sera vanligt at leggja börn út at doyggja, um tú ikki vildi hava tey. T.d. um barnið bar brek, var ein genta ella tú bara ikki vildi hava fleiri börn júst tá. Hetta var vanligt og
uppfatað, sum moralskt í lagi.
Men tey kristnu fóru at leita eftir börnunum og bjargaðu teimum. Tey sóu virðið í hesum lítlu
börnunum, tá ið samfelagið ikki gjördi tað.
Vit búgva í eini kristnari tjóð, men tíverri er tað so, at ein stórur partur av okkara fólki og
politikkarum ikki síggja virðið í okkara óföddu.
Tora vit at reisa okkum og ganga ímóti streyminum? At tala at og vísa á virðið, ið hesi börnini
hava? Óttast vit menniskju, ella Gud?
Í orð. 24,11 stendur: “Frels tey, sum verða leidd til deyðan, og halt teimum aftur, sum piprandi fara avstað at verða dripin!”
Vit hava skyldu til at reisa okkum!
Ímillum 1994 og 2024 eru 1206 föroysk börn deyð av fosturtöku. Eg eri sjálv född í 1995 og eigi longu 4 börn, so tað er ikki til at vita, hvussu nógvar föroyingar fosturtöka hevur kostað tilsamans.
Hvussu nógvar föroyingar skulu vit missa afturat av fosturtöku?
Í mars í 2025 sá eg á einum pinni tvær strikur, ið merktu, at eitt nýtt lív vaks inni í mær. Vit vóru
beinanvegin spent, fylt av undran og kærleika til hetta lítla menniskja. Men sjálvan páskadag mátti eg ásanna, at mítt barn livdi ikki meir. Eg hevði mist tað. Vit hava syrgt og grátið um okkara mista barn. Barnið er elskað, vit hugsað ofta um tað, og vit gleða okkum at möta tí í ævinleikanum.
Men hvussu er við hesum 1206 börnunum, ið eru deyð av fosturtöku? Syrgir nakar tey? Elskar
nakar tey? Leingist nakar eftir teimum?
Börn hava öll uppiborið kærleika og umsorgan.
Og tað er tað, sum henda lötan snýr seg um.
Latið okkum minnast tey, ið eru deyð av fosturtöku. Latið okkum minnast hvönn einstakan av teimum. Vit hava keypt 1206 blómur. Vit fara nú í felag at heiðra og minnast hvönn einstakan við eini blómu, ið vit leggja á Tinghúsvöllin.
Hvör blóma umboðar eitt lítið barn. Eg vil heita á tykkum, at hugsa um tað einstaka barnið, tá ið tit
leggja eina blómu niður. Var tað ein genta ella ein drongur? Hvussu var sinnalagið? Minti tað um
mammu sína ella pápa sín? Eitt vita vit: tað hevði virði og varð skapt í bílæti Guds.
- Björk Sadembou, formaður.