Hoyrnin

Hoyrnin Hoyrnin er Føroya fyrsta privata hoyriklinikk.

Vit bjóða tær persónliga ráðgeving hjá útbúnum og royndum audiologistum og kanst frítt velja júst ta hoyriloysnina sum hóskar til tína hoyrn og tín gerandisdag.

08/07/2026

Kaffi er á kannuni ☕️
Kom framvið til ókeypis hoyriroynd👂

26/06/2026

Vit hoyrast! 👂

05/06/2026

🗣K A P P I N G🗣
💥 Lat ikki Voxbotn vera eitt eingangsknall. Brúka hoyrivernd! 💥
Hoyrnin ynskir øllum áhoyrarum ein fantastiskan Voxbotn , og minst til at ansa eftir hoyrnini.

Hoyrnin skal halda alt lívið. Tað er bæði býtt og vandamikið at fara á festival uttan hoyrivernd. Tíbetur kanst tú nú fáa hoyrivernd, ið ikki gongur út yvir feitu konsertupplivingina.

Vinn 2 x atgongumerki + 2 x Phonak Serenity konserthoyrivernd.
Skriva "Lat ikki Voxbotn vera eitt eingangsknall" og deil uppslagið.
Vinnararnir vera funnir 22. juni.

Vit hoyrast

02/06/2026
26/05/2026

💥 Lat ikki Voxbotn verða eitt eingangsknall. Brúka hoyrivernd! 💥
Hoyrnin ynskir øllum áhoyrarum ein fantastiskan Voxbotn, og minnir samstundis á at ansa væl eftir hoyrnini.
Hoyrnin skal halda alt lívið. Tí er tað bæði óskynsamt og vandamikið at fara á festival uttan hoyrivernd. Tíbetur ber nú til at fáa hoyrivernd, sum verjir hoyrnina, uttan at tað gongur út yvir góðu konsertupplivingina.

Tey nýggju Oticon Zeal™ hoyritólini laga seg eftir tínum tørvi. Við AI-tøkni, sum altíð er virkið, kanst tú njóta klárt ...
22/04/2026

Tey nýggju Oticon Zeal™ hoyritólini laga seg eftir tínum tørvi.

Við AI-tøkni, sum altíð er virkið, kanst tú njóta klárt og javnvigað ljóð allan dagin.
Nýggjasta og mest slóðbrótandi tøkni fæst einans hjá Hoyrnini.

Kom inn og hoyr meira.

🌍 Altjóða Hoyridagur 3. mars 👂WHO hevur ásett 3. mars at verða altjóða hoyridag og tá verður varpa ljós á hoyrn og hoyri...
03/03/2026

🌍 Altjóða Hoyridagur 3. mars 👂
WHO hevur ásett 3. mars at verða altjóða hoyridag og tá verður varpa ljós á hoyrn og hoyriheilsu.

Visti tú, at óviðgjørdur hoyrimissur økir um vandan fyri demens?

Sambært frágreiðing hjá The Lancet Commission hevur óviðgjørdur hoyrimissur størstu ávirkan á vandan fyri at fáa demens – jú størri hoyrimissur, jú størri er vandin. Tí er tað av stórum týdningi at staðfesta og viðgerða hoyrimiss tíðliga.

Tá hoyrnin versnar spakuliga, er lætt at laga seg eftir støðuni, men við tíðini kann tað t.d. ávirka:
🔹 Samskiftið við familju og vinir
🔹 Luttøku í sosialum samanhangum
🔹Sálarligan trivnað og sjálvsálit

❤️ At hoyra er at taka lut. Góð hoyrn ger tað lættari at vera virkin í samrøðum og kenna seg sum part av felagsskapinum. At ansa eftir hoyrnini er ein partur av at ansa eftir tær sjálvari/sjálvum.
Hevur tú varhugan av, at hoyrnin er broytt? So er tað ein góð íløga at fáa hana kannaða.

📅 Bóka tíð á hoyrnin.fo ella ring á 321731

Smá stig í dag kunnu gera ein stóran mun í morgin.

06/01/2026

🇫🇴 Føroyingar í túsundatali stevna nú til OSLO at stuðla okkara fantastiska hondbóltslandsliði 🙌🏻
🥁 Føroyingar larma tiltikið illa, og larmur kann elva til varandi skaða á hoyrnina. So vælsignaðu tit, minnist til, at hoyrnin skal halda alt lívið. Brúka hoyrivernd!

🇳🇴 Keyp hoyriverndina her áðrenn OSLO: https://nethandil.hoyrnin.fo/products/phonak-serenity-choice

22/12/2025

🎄 Gleðilig jól frá okkum í Hoyrnini 🎁

Vit ynskja øllum okkara kundum, samstarvsfeløgum og øllum tykkum, ið fylgja við, eini friðsæl og hugnalig jól.
Takk fyri nógvar góðar løtur í ár. Vit gleða okkum at síggja (og hoyra) tykkum aftur í nýggja árinum ✨

🎅 Hjartaliga gleðilig jól og gott nýggjár

01/12/2025

Hví ikki gleða onkran, tú ert góður við, við eini gávu frá Hoyrnini?🎅
Dáma og deil videoið, og tú ert við í dráttinum um eina jólagávu frá Hoyrnini:
tvey atgongumerki til Voxbotn 2026 + 2× Phonak Serenity konserthoyrivernd. 🎶🎄
Hoyriverndin tann perfekta jólagávan til tín

Vinnarin verður funnin tann 19. Desembur.
Kom inn og hoyr meira 👂

Adresse

Lucas Debesar Gøta 3
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 16:00
Tirsdag 09:00 - 16:00
Onsdag 09:00 - 16:00
Torsdag 09:00 - 16:00
Fredag 09:00 - 16:00

Telefon

+298321731

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Hoyrnin sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Hoyrnin:

Genveje

Del

Type