Havnar Fysioterapi

Havnar Fysioterapi Á Havnar Fysioterapi starvast í dag 8 fysioterapeutar og ein klinikkskrivari.

Vit eru eitt toymi av fysioterapeutum, sum seta okkara fakliga førleika og góðskuna i okkara viðgerðum í hásæti. Sp/f Havnar Fysioterapi bleiv sett á stovn í 1990 av fysioterapeutunum Torill Jensen og Bergur Jensen. Í 1999 byrjaði Klæmint Isaksen FT, Dip.MDT at starvast saman við Torill og Bergur á Klinikkini. Í 2001 flutti klinikkin í nýggjan bygning á Tinghúsvegi 72. Sama ár byrjaði Hjørleif Nic

lasen FT, MFE, Cert.MDT at starvast á Havnar Fysioterapi. Í 2006 yvirtóku Klæmint og Hjørleif klinikkina. Samstundis opnaðu teir Vága Fysioterapi, sum í dag heldur til á Heilsumiðstøðini í Miðvági. Tað starvast í dag 6 fysioterapeutar á Havnar Fysioterapi og 1 fysioterapeutur í Vága Fysioterapi.

Vit hava stongt í dag vegna starvsfólkaútferð 😊Gott vikuskifti 😊
19/06/2026

Vit hava stongt í dag vegna starvsfólkaútferð 😊

Gott vikuskifti 😊

Vit hava í dag uppdatera okkara venjingarútgerð við 6 nýggjum súkklum og 1 nýggjum rennibandi frá SportsArt 🚲🏃😊
12/06/2026

Vit hava í dag uppdatera okkara venjingarútgerð við 6 nýggjum súkklum og 1 nýggjum rennibandi frá SportsArt 🚲🏃😊

Fysioterapeut til FysioFøroyar, Vága FysioterapiFysioFøroyar søkir eftir fysioterapeuti at byrja í Vága Fysioterapi í au...
07/06/2026

Fysioterapeut til FysioFøroyar, Vága Fysioterapi

FysioFøroyar søkir eftir fysioterapeuti at byrja í Vága Fysioterapi í august ella skjótast gjørligt eftir hetta.

Talan er um eitt starv, har ein kann vænta 2 - 3 fullar dagar í vanligari arbeiðstíð.

Starvið snýr seg m.a. um fysioterapeutiskar kanningar, viðgerðir og liðvenjingar. Í samband við liðvenjingar, er møguleiki fyri at seta sín dám á, við at byggja nýggj lið upp.

FysioFøroyar hevur klinikkir í Tórshavn, Norðskála og Miðvági. Tú kemur at manna klinikkina í Miðvági sjálv/ur sum sjálvstøðugur vinnurekandi og arbeiða í tøttum samstarvi við leiðsluna. Tú kemur at verða ein partur av einum toymi uppá tilsamans 9 fysioterapeutar, ið samstarva á Havnar Fysioterapi, Vága Fysioterapi og Sunda Fysioterapi.

Vága Fysioterapi heldur til í hølum í Læknamiðstøðini í Miðvági. Sostatt kemur tú at arbeiða í einum heilsufakligum umhvørvi við kommunulæknum, heilsurøktarfrøðingum, jarðarmøðrum og læknaskrivarum.

Krøv til umsøkjaran:
* Prógv og góðkenning sum fysioterapeutur
* Hevur áhuga at arbeiða sjálvstøðugt í Vága Fysioterapi
* Er fyrikomandi og blíð/ur av lyndi
* Hevur góð samskiftis- og samskipanarevni
* Er røkin

Vit kunnu bjóða:
* Innleiðslu
* Høli í Læknamiðstøðini í Miðvági
* Harumframt journal/booking-skipan, terminal og annað tilhoyr
* Eitt eksisterandi “brand” á vágoynni
* Góðan samstarvs- og lønarsáttmála

Nærri fæst at vita um starvið við at senda teldupost til [email protected] ella ringja til Hjørleif Niclasen á tlf. 218807 ella Jóan Magnus Lamhauge Dalbø á tlf. 258716.

Umsøknina, saman við viðkomandi skjølum sendir tú til Havnar Fysioterapi, Boks 232, FO-110 Tórshavn ella umvegis teldupostin [email protected]

Umsøknarfreistin er 22. juni kl 12.00.

Bílegg tíð til massasju 😊Sherry Ann Joensen er massørurin í toyminum. Hon masserar týsdagar og hósdagar frá 14.00 - 17.0...
21/02/2026

Bílegg tíð til massasju 😊

Sherry Ann Joensen er massørurin í toyminum. Hon masserar týsdagar og hósdagar frá 14.00 - 17.00 í hølum okkara í Vælvera Fitness á Heykavegi 6, Tórshavn. 😊

Um tú ynskir at bíleggja til massasju, ring so 312131 ella send teldupost á [email protected]
www.fysioterapi.fo

Trygvi og Drós hava síðstu 3 dagarnar verið á skeið í Danmark, har tey hava tikið A-partin av Mechanical Diagnosis and T...
05/02/2026

Trygvi og Drós hava síðstu 3 dagarnar verið á skeið í Danmark, har tey hava tikið A-partin av Mechanical Diagnosis and Therapy, eisini rópt Mckenzie. 🧠
Bæði eru samd um, at hetta hava verið góðir og læruríkir dagar og gleða tey seg til at nýta nýggju vitanina í praksis. 😊

Hevur tú tørv á dygdargóða fysioterapi, ring so til okkum á 312131 ella send ein teldupost til [email protected]
www.fysioterapi.fo

Vit eru farin til Keypmannahavnar á árligu Skandinavisku ítróttar-ráðstevnuna, ið Dansk Selskab for Sportsfysioterapi og...
29/01/2026

Vit eru farin til Keypmannahavnar á árligu Skandinavisku ítróttar-ráðstevnuna, ið Dansk Selskab for Sportsfysioterapi og Dansk Idrætsmedicinsk Selskab skipa fyri. 😊

Nógvir áhugaverdir fyrilestrar og workshops eru á skránni komandi dagarnar. 🧠

Góðan arbeiðshug, Beinta 😊💪🏻 Og góða eydnu, Hondbóltssamband Føroya 👏🏻
01/12/2025

Góðan arbeiðshug, Beinta 😊💪🏻 Og góða eydnu, Hondbóltssamband Føroya 👏🏻

Fysioterapeuturin á føroyska kvinnulandsliðnum, Beinta Bendix Laursen, hevur sítt at síggja til í HM-endaspælinum. Stutt er millum dystirnar og tað gevur eymar vøddar og liðir

Adresse

Tinghúsvegur 72
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:00 - 17:00
Tirsdag 08:00 - 18:00
Onsdag 08:00 - 17:00
Torsdag 08:00 - 18:00
Fredag 08:00 - 16:00

Telefon

+298 31 21 31

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Havnar Fysioterapi sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Havnar Fysioterapi:

Genveje

Del