31/08/2026
TRIVNAÐARNEVNDIN Á VITJAN
Fríggjadagin 28. august vitjaði Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum á Landssjúkrahúsinum.
Vitjanin byrjaði við rundvísing, har Per Busk, forstjóri, og Gunnvá Guttesen, varastjóri, vístu nevndarlimunum runt á sjúkrahúsinum.
Byrjað varð við íbúðarblokkarnar og síðani varð gingið gjøgnum tunnilin oman í B-bygningin, har greitt var frá framtíðarætlanum. Gestirnir sóu síðani føðistovuna í A-bygninginum, áðrenn tey fóru yvir í H-bygningin at síggja nýggju føðistovurnar og isolatiónsstovurnar.
Síðani var framløga, har greitt var frá virkseminum á Landssjúkrahúsinum og teimum avbjóðingum og menningarmøguleikum, sum Sjúkrahúsverkið stendur yvir fyri.
Landssjúkrahúsið takkar fyri góða vitjan og gott orðaskifti um virksemið og framtíðar menning av føroyska sjúkrahúsverkinum.