Suðuroyar Sjúkrahús

Suðuroyar Sjúkrahús Suðuroyar Sjúkrahús er eitt av trimum sjúkrahúsum í Føroyum og er á Tvøroyri. Helse/skønhed

Sjúkrahúsið er eitt blandað medisinskt/kirurgiskt sjúkrahús við 22 seingjarplássum.

120 fólk hava sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.

Hesa vikuna hevur Alvi Jespersen, ið er læknalesandi á 6. semestri á Københavns Universitet, verið á Suðuroyar Sjükrahús...
24/07/2026

Hesa vikuna hevur Alvi Jespersen, ið er læknalesandi á 6. semestri á Københavns Universitet, verið á Suðuroyar Sjükrahúsi.

Alvi valdi at søkja á Suðuroyar Sjúkrahús, tí hann hevði sæð uppsløg um onnur lesandi, ið hava verið á sjükrahúsinum, og helt hetta vera áhugavert. Hann er hálvur tvøramaður, so tað var eisini nærliggjandi at fáa innlit í virksemið á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Alva hevur dámt sera væl og sigur seg hava lært og roynt nógv. M.a. Hevur hann verið úti við sjúkrabilinum, við til skurðviðgerð, á skaðastovuni, í dialysuni, á Songjadeildini, við til simulatiónsvenjing í Sjúkraflutningstænastuni og við til yvirflutning við tyrluni. Starvsfólkini hava øll verið sera f**t og hava tikið hann við í arbeiðið. Samanumtikið heldur Alvi hetta hevur verið ein sera góð vika.

Vit fegnast um, at Alvi valdi at koma á Suðuroyar Sjúkrahús, og ynskja honum bestu eydnu víðari við útbúgvingini.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi taka vit fegin ímóti lesandi, og lesandi eru vælkomin at venda sær til okkara á teldupost [email protected], so finna vit útav, hvat ber til.

Á myndini er Alvi saman við Patrick Mikkelsen, yvirlækna í akutmedicini.

Seinasta freist at søkja starvið sum gongsgenta er mánadagin. Les meira her:
17/07/2026

Seinasta freist at søkja starvið sum gongsgenta er mánadagin. Les meira her:

Søkt verður eftir gongsgentu til fast starv á Tænastudeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi til setan 1. september 2026. Um okkumVit eru eitt vælvirkandi...

14/07/2026

Vit søkja eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv á songjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Ert tú nýútbúgvin ella royndur sjúkrarøktarf...

14/07/2026

Vi søger en sygeplejerske til vikariat på sengeafdelingen på Suderø Sygehus. Er du nyuddannet eller en erfaren sygeplerjerske, der søger nye udford...

Í dag hevur Sjúkrahúsverkið fingið nýggjan sjúkrabil, staðsettur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tilgongdin at fáa nýggja bilin ...
13/07/2026

Í dag hevur Sjúkrahúsverkið fingið nýggjan sjúkrabil, staðsettur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tilgongdin at fáa nýggja bilin byrjaði í 2024 og hevur sostatt verið drúgv, men í dag er hann loksins komin á sjúkrahúsið.

Starvsfólkini í Sjúkraflutningstænastuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava brúkt part av degnum at rigga nýggja sjúkrabilin til, so hann nú er klárur, tá tørvur verður á honum, og tey lata væl at.

Fyri at tryggja, at brúkið og harvið eisini slitið av sjúkrabilunum í Sjúkrahúsverkinum er javnt, er ein skipan við umbýti av sjúkrabilunum í verkinum. Nú nýggi sjúkrabilurin er komin á Suðuroyar Sjúkrahús, verður ein av hinum sjúkrabilunum sendur norður um, har hann verður partur av Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum við tilknýti til Lambareiði.

🇫🇴Seinastu tvær vikurnar hevur Anna Frost, ið er  læknalesandi á 8. semestri á Aalborg Universiteti, verið á Suðuroyar S...
13/07/2026

🇫🇴
Seinastu tvær vikurnar hevur Anna Frost, ið er læknalesandi á 8. semestri á Aalborg Universiteti, verið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har hon hevur arbeitt saman við Patrick Mikkelsen, yvirlækna í akutmedisini.

Í hesum tíðarskeiðinum hevur Anna verið runt um á sjúkrahúsinum, tó mest á medisinsku deild og skurðdeildini.

Anna valdi at søkja á Suðuroyar Sjúkrahús, tí hon ynskti at royna nakað annað enn tað, ið hon kennir í Danmark.

Onnu hevur dámt sera væl á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon er sloppin at royna nógv ymiskt og sigur seg hava lært nógv. Øll hava tikið væl ímóti henni og verið sera hjálpsom. Serliga væl hevur henni dámt, at hon her hevur møguleika fylgja sjúklinginum í allari sjúkugongdini - frá at fara út við sjúkrabilinum eftir sjúklinginum, innleggja viðkomandi, fylgja viðkomandi í viðgerðini og líka til sjúklingurin verður útskrivaður.

Vit fegnast um, at Anna valdi at koma á Suðuroyar Sjúkrahús og ynskja henni bestu eydnu víðari við útbúgvingini.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi taka vit fegin ímóti lesandi, og lesandi eru vælkomin at venda sær til okkara á tlf. 34 33 33 ella teldupost [email protected], so finna vit útav, um vit passa saman.

Á myndini er Anna saman við Patrick Mikkelsen, yvirlækna í akuttmedisin.

🇩🇰
De seneste to uger har Anna Frost, medicinstuderende på 8. semester på Aalborg Universitet, været på Suðuroyar Sjúkrahús, hvor hun har arbejdet sammen med Patrick Mikkelsen, overlæge i akutmedisin.

Anna har i perioden været rundt omkring på sygehuset, dog primært på medicinsk og kirurgisk afdeling.

Anna valgte Suðuroyar Sjúkrahús til sit ophold, fordi hun gerne ville prøve noget, som er anderledes end det, hun kender fra Danmark.

Anna har været meget glad for opholdet på Suðuroyar Sjúkrahús, som hun synes har været lærerigt. Hun har fået lov til at prøve meget forskelligt. Alle har taget godt imod hende og været meget hjælpsomme. Hun har især været glad for det sammenhængende patientforløb – lige fra den indledende modtagelse i ambulancen og indlæggelsen til den efterfølgende behandling og afsluttende udskrivning.

Suðuroyar Sjúkrahús takker Anna Frost for et godt samarbejde ,og ønsker hende held og lykke videre i uddannelsen.

På Suðuroyar Sjúkrahús tager vi gerne imod studerende, og studerende er velkomne til at henvende sig på tlf.+298 34 33 33 eller mail [email protected], så finder vi ud af, om der er et match.

På billedet er Anna sammen med Patrick Mikkelsen, overlæge i akutmedicin.

11/07/2026

Á seingjadeildini bíða vit spent til dystin í kvøld. Heia Norge!🇳🇴

1. juli hevði Astrid Vestergaard 40 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon hevur hesi 40 árini starvast sum sjúkrasys...
10/07/2026

1. juli hevði Astrid Vestergaard 40 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon hevur hesi 40 árini starvast sum sjúkrasystir á Seingjadeildini.

Hetta varð hátíðarhildið í kantinuni á sjúkrahúsinum í gjár, har Astrid eisini fekk handað Den Kongelige Fortjenstmedalje.

Hátíðarløtan byrjaði við, at Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóri helt røðu fyri Astrid og segði m.a. soleiðis:

“Við tínum trúfesti, fakliga hegni og stóru umsorgan fyri øðrum, hevur tú øll hesi árini sett tíni spor bæði hjá sjúklingum og starvsfeløgum. Tú er ein álítandi, arbeiðssom og hjartaligur starvsfelagi, sum hevur givið arbeiðsplássinum meira enn tað, sum kann mátast í árum.
Onnur hvørji jól og annaðhvørt nýggjár hevur tú verið her á sjúkrahúsinum – ikki tí tú hevði hug til at vera heimanifrá, men tí at tað er ein partur av at verða sjúkrasystur og arbeiða á Seingjadeildini, her er tørvur á, at starvsfólk eru til arbeiðis alt døgnið allar 365 dagarnar í árinum.
Hetta er tískil eisini eitt arbeiði, sum ikki bara ávirkar starvsfólkið, men alla familjuna. Tey hava vant seg við, at mamma, konan ella omman ikki altíð eru heima, tá tey hava frí, heldur ikki altíð tá høgtíðir eru.
Hetta er nakað, eg havi ómetaliga stóra virðing fyri. Tí uttan fólk sum teg hevði okkara sjúkrahúsverk ikki virkað.
Sum trygdarumboð hevur tú eisini víst styrki. Tú torir at siga frá, tá ið okkurt er, sum ikki eigur at vera – og tú gert tað á ein virðiligan og sakligan hátt - og tað er ein eginleiki, sum hevur stórt virði.”

Síðani handaði Hanus Astrid Den Kongelige Fortjenstmeldalje, umframt gávu og blómur frá sjúkrahúsinum.

Aftaná helt Lisbet V. Jacobsen, deildarleiðari á Seingjadeildini røðu og handaði Astrid gávu frá starvfólkunum á Seingjadeildini.

Borðreitt varð við leskiligum munnbitum, køkum og kaffi fyri familju og starvsfólki, og nógv nýttu høvið at heilsa uppá Astrid hesa løtuna.

Vit ynskja Astrid hjartaliga tillukku við 40 ára starvsdegnum og Den Kongelige Fortjenstmedalje, og takka fyri trúgvu tænastuna og góða samstarvið øll hesi árini.

Í fjør vóru latnar 1.618 blóðgávur, koyrdir 7.510 sjúkraflutningar og 31.140 gistingar á Sjúklingahotellinum Tórshavn, u...
06/07/2026

Í fjør vóru latnar 1.618 blóðgávur, koyrdir 7.510 sjúkraflutningar og 31.140 gistingar á Sjúklingahotellinum Tórshavn, umframt nógv annað virksemi í Sjúkrahúsverkinum. Í verkinum vóru 1.173 ársverk, ið gjørdu alt hetta møguligt.

642 børn fødd, 12.110 innleggingar og 5.040 skurðviðgerðir. Hetta er nakað av tí virksemi, ið var í Sjúkrahúsverkinum í ...
06/07/2026

642 børn fødd, 12.110 innleggingar og 5.040 skurðviðgerðir. Hetta er nakað av tí virksemi, ið var í Sjúkrahúsverkinum í 2025.

Adresse

Sjúkrahúsbrekkan 19
Tvøroyri
800

Telefon

+298343300

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Suðuroyar Sjúkrahús sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Praksis

Send en besked til Suðuroyar Sjúkrahús:

Genveje

Del

Type